- Tíðindi, mentan og ítróttur
Drotning kemur ikki til landið fyrr enn í morgin
Løgmansskrivstovan boðar nú frá, at Drotningin ikki fekk lent í Vágum seinnapartin.
"Veðrið í dag hevur við sær, at tað verður ikki møguligt hjá Hennara hátign drotningini at lenda í Vágum seint seinnapartin. Væntandi kemur hon til Føroya í morgin. Hetta hevur við sær broytingar í skránni." skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni.
Vitjan í Klaksvík strikað
Nú er eisini greitt, at vitjanin hjá Drotningini í Klaksvík er strikað, tí kongaskipið Dannebrog fekk maskinskaða sunnudagin, og ikki verður við á ferðini.
Broytingin merkir, at drotningin ístaðin verður flogin beinleiðis úr Havn til Svínoyar, har borgarstjórin, Karl Johansen tekur ímóti.
Vitjað verður í Svínoy millum kl. 10.50 og 13.20.