- Tíðindi, mentan og ítróttur
53.358 fólk búgva í Føroyum
53.358 fólk búgva í Føroyum
Fólkatalið var 53.358 tann 1.juni, og tað er 834 fólk, ella 1,6 prosent, størri enn 1.juni í fjør
Mynd: Savnsmynd
14.07.2021 - 08:25
Fólkatalið veksur aftur, og 1. juni í ár búðu 834 fleiri fólk í Føroyum enn 1. juni í fjør.
Vøksturin kemur frá nettoflytingini, sum er 495 fólk, og burðaravlopinum, sum er 339 børn.
Tað er, at 495 fleiri fólk fluttu til Føroya enn úr Føroyum, og 339 fleiri børn blivu fødd enn fólk doyðu.
Eins og í juni í fjør eru fólkaríkastu kommunurnar í landinum Tórshavnar kommuna, 22.558 fólk, Klaksvíkar kommuna, 5.344, og Runavíkar kommuna, 4.255 fólk.
Minstu kommunurnar eru Fugloy, 38 fólk tann 1.juni í ár, Skúgvoy 41 fólk og Fámjin, 85 fólk..
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV