- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amatøroyar letur 15.000 krónur til Kvinnuhúsið
Í september í fjør vóru væl umtóktu og speirekandi poddarnir, Amatøroyar, lagdir aftanfyri ein gjaldsvegg á tí, sum eitur Patreon.
Síðani hava nógv goldið 30 krónur um mánaðin fyri at gerast amatøroyingur og hoyra poddarnar hjá makkaraparinum Bjarna Arge og Jóan Paula Jakobsen.
Nú letur Amatøroyar so 15.000 krónur av teimum pengunum, sum eru komnir inn, til Kvinnuhúsið - Kreppumiðstøðin.
"Vit lovaðu frá byrjan, at partar av inntøkuni á Patreon fara til vælgerandi endamál. Tí hava vit valt at lata Kvinnuhúsinum ein stuðul á 15.000 krónur," skriva Amatøroyar á facebook í dag.
Hóast gjøldur verður gjørt við tí mesta í Amatøroyar-alheiminum, so er harðskapur móti kvinnum also ikki nakað at flenna eftir.
Amatøroyar skriva, at í koronaárinum 2020 vóru 50 prosent fleiri áheitanir um harðskap móti kvinnum. "Tað skal steðgast!" staðfesta teir.
Í sama viðfangi, so heita teir á fólk um at stuðla Kvinnuhúsinum við at gerast limur har.
Herfyri kom eisini fram, at Amatøroyar nú aftur verður ókeypis at lurta eftir.