- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vestanstevnan avlýst
Vestanstevnan avlýst
Smittustøðan í landinum ger, at SÍF nú avlýsir vestanstevnuna. Kappróðurin verður, hóast tað, fyriskipaður
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sandavagur.jpg?itok=A4YgNS_J)
Vestanstevnan, sum skuldi verða í Sandavági, er avlýst
Mynd: Savnsmynd
12.07.2021 - 22:36
Vestanstevnan í Sandavági, sum skuldi vera um vikuskiftið, verður av ongum.
"Eftir tilmæli frá helsumyndugleikunum verða vit tíverri noydd at avlýsa Vestanstevnuna í ár," skrivar Sandavágs Ítróttafelag í fráboðan í kvøld.
Lagt verður afturat, at kappróðurin kortini verður. Hetta verður lýst nærri um.
Kappróðurin á vestanstevnu verður triðseinasti róðurin í ár.
Norðoyastevnan varð avlýst fyrr í summar, og tann róðurin skal avgreiðast vikuskfiti áðrenn ólavsøkuna.
Í løtuni eru 103 fólk smittað við koronu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV