Framgongd í Havn - afturgongd í Klaksvík

Framgongd í Havn - afturgongd í Klaksvík
17 kommunur hava fingið minni skatt higartil í ár enn í fyrra hálvári í fjør, meðan hinar 12 hava fingið fleiri skattakrónur í ár. Í Klaksvík og Havn gongur hvør sín veg
Tað gongur hvør sín veg við skattainntøkunum í Havn og í Klaksvík
 
12.07.2021 - 07:46

Samanumtikið er kommunuskatturin tann sami sum í fjør, hann er 0,08 prosent størri í ár, slakar 880.000 kr.

Men nærlesur tú tølini, so sært tú, at 17 kommunur hava fingið minni skatt higartil í ár enn í fyrra hálvári í fjør.

Hinar 12 hava fingið fleiri skattakrónur í ár.

Lutfalsliga hevur Kunoyar kommuna mist mest, 17,4 prosent.

Størsti lutfalsligi vøksturin er í Fámjin, 21,75 prosent.

 

Størst afturgongd í Klaksvík

Í krónum er afturgongdin størst í Klaksvik, tvær milliónir og 341.000 kr.

Framgongdin er størst í Tórshavnar kommunu, níggju milliónir og 881.000 kr.  

Kirkjuskatturin í fyrra hálvári í ár var góðar 33,4 mió. kr., 2,1 prosent størri enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497