- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kongaskipið fingið maskinskaða
Kongaskipið fingið maskinskaða
Áveg til Føroyar fekk skipið ein maskinskaða, ið hevur við sær at skipið varð sleipað aftur til lands.
11.07.2021 - 09:51
Danska kongaskipið Dannebrog fekk í gjár ein maskinskaða, ið hevði við sær, at neyðugt var at sleipað skipið inn til land.
Kongaskipið var annars á veg til Føroyar, har tað skal sigla við drotningini, meðan hon er á almennari vitjan. Hvørt skipið verður klárt til drotningavitjanina, sum byrjar mikudagin, er enn óvist.
Sambært donskum miðlum, kemur skaðin hjá Dannebrog tó ikki at ávirka vitjanina hjá drotningini í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV