Fólk eru bjartskygdari um fíggjarligu útlitini

Fólk eru bjartskygdari um fíggjarligu útlitini
Álitið á fíggjarligu gongdina veksur støðugt, vísir sonevnda treystitalið
 
05.07.2021 - 06:55

Føroyingar hava nú størri álit á fíggjarligu gongdini.

Treystitalið er hækkað og nærkast nú langtíðarmiðaltalium.

Leingi var treystitalið í nøkunlunda støðugari legu. Tað var, áðrenn korona kom. 

Men í juni í fjør, tá korona hevði verið her í nakrar mánaðir, fall talið. Tað var 32 í januar í fjør, men fór niður í minus 16 í juni.

 

Bjartskygnið koma aftur í jaurar

Í januar í ár var tað farið upp aftur í pluss níggju. Og í juni var tað 11. Langtíðarmiðaltalið er 17.

Nú halda tey, sum selja fiskavørur, at meira verður selt av landinum.

Matstovur, gistingarhús og flutningsfyritøkur meta seg at hava brúk fyri fleiri starvsfólkum næsta árið, og tað ger byggivinnan eisini.

Í høvuðsheitum meta húsarhaldini, at búskaparstøðan er betri í dag enn fyri einum ári síðani.

Og størri bjartskygni er um búskaparútlitini næstu 12 mánaðirnar samanborið við tríggjar undanfarnu kanningarnar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV