- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir nýggir tilburðir
Tríggir nýggir tilburðir
Tvey fólk halda, at tey helst eru smittað í náttarlívinum í Havn farna vikuskiftið
03.07.2021 - 16:03
Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár.
Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Eina fólkið er partur av kendari smittuketu, meðan tað er ógreitt, hvussu hini eru smittað.
Men bæði fólkini halda, at tey helst eru smittað í náttarlívinum í Havn tann 26. juni, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.
Og tað fær landslæknan til at heita á fólk, sum vóru í býnum hetta kvøldið, at halda eyga við møguligum sjúkueyðkennum.
Í løtuni eru 13 fólk smittað við koronu í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV