Nú er aftur loyvt at skjóta grágæs

Nú er aftur loyvt at skjóta grágæs
Gera grágæs skaða á velt lendi, so er loyvt at skjót tær, men ikki uttan loyvi
Mynd: Savnsmynd  
 
30.06.2021 - 08:45

Um tú sært grágæs á veltum lendi, so er aftur loyvt at skjóta grágæs.

Men tað er ikki bara at fara við byrsuni.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið hevur lagt heimildina at geva loyvi til at skjóta til Búnaðarstovuna at umsita.

Og Búnaðarstovan hevur gjørt umsóknarbløð, leiðbeining og kunningartilfar, sum eru á heimasíðuni hjá stovninum.

Øll villgásasløg eru friðað í Føroyum.

Talan er tí um undantaksloyvi til at skjóta grágás í veltum lendi. 

Loyvi at skjóta grágás kann vara til ársenda 2025.

Men treytin er tá, at Búnaðarstovan fær at vita um skotnar gæs hvørt ár. Annars fellir loyvið burtur.

Búnaðarstovan hevur fingið fuglaserkøna Silas Olofson at gera eitt upprit um tey gásasløg, sum eru í veltum lendi í Føroyum.

Sambært tí kann eingin ivast í, hvussu grágás kennist frá øðrum gásasløgum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155