- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maria Jørðdal Niclasen prædikar á ólavsøku
Maria Jørðdal Niclasen prædikar á ólavsøku
Tað verður Maria Jørðdal Niclasen, ið skal prædika í Dómkirkjuni ólavsøkudag í ár. Tað kunnger biskupur í dag.
Mynd: savnsmynd
29.06.2021 - 09:49
Tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, sum ikki hevur prædikað á ólavsøku, prædikar ólavsøkudag.
Átta sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag.
Elstur teirra, tá hugsað verður um starvsaldur, er Maria Jørðdal Niclasen, og tað verður hon, ið skal prædika í Dómkirkjuni ólavsøkudag í ár. Tað kunnger biskupur í dag.
Maria varð vígd í 2013. Hennara fyrsta kall var í Norðoya eystara prestagjaldi.
Í mars 2015 tók hon við embætinum í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV