- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sunda kommuna ynskir ikki at fíggja eitt ávegishús fyri misnýtarar
Sunda kommuna ynskir ikki at fíggja eitt ávegishús fyri misnýtarar
Hvørki Trivnaðarnevndin ella Fíggjarnevndin hjá Sunda kommunu heldur, at tað er ein kommunal uppgáva at fíggja eitt ávegishús til at viðgjørdar misnýtarar
28.06.2021 - 08:46
Trivnaðarnevndin og Fíggjarnevndin hjá Sunda kommunu mæla frá at geva Heilbrigdinum pengar til eitt ávegishús til viðgjørdar rúsdrekka- og rúsevnismisnýtarar, sum hava brúk fyri einum fyribilsbústaði saman við øðrum í somu støðu, meðan teir fóta sær aftur.
Heilbrigdi søkti kommununa um 35.130 kr.
Trivnaðarnevndin og Fíggjarnevndin hjá Sunda kommunu halda ikki, at tað er ein kommunal uppgáva at fíggja eitt sokallað ávegishús.
Ávegishúsið skal vera í Havn. Heilbrigdi ætlar, at allar kommunur skulu vera við.
Málið verður viðgjørt á býráðsfundi í Sunda kommunu í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV