- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvar ósemjur millum ákæra og verja
Fleiri avhoyringar vóru í nevningatinginum um drápsmálið í Hvannasundi í dag. Talan var tó ikki um høvuðsvitni.
Millum annað bleiv ein vinkona hjá fyrrverandi unnustuni hjá tí ákærda avhoyrd. Tað beliv ein politistur, sum hevði avhoyrt tann ákærda í døgunum eftir hendingina eisini. Og so bleiv ein vinmaður hjá einum fanga, ið tann ákærdi hevur sitið í Mjørkadali saman við, avhoyrdur.
Nógvar ósemjur
Ósemja var í fleiri førum millum ákæra og verja. Eitt vitni bleiv spurd um ymisk viðurskifti, sum verjin metti vera óneyðugt.
Ákærin var ósamdur, og vísti seinni á, at verjin setti líknandi spurningar til sama vitni.
Vinmaðurin hjá fanga
Síðsta vitnið í dag var ein vinmaður hjá einum manni, ið hevði sitið í Mjørkadali saman við ákærda.
Viðkomandi greiddi frá, at sama kvøld, sum vinmaðurin varð leyslatin, hevði hann sagt sær, at hann metti, at ákærdi hevði dripið gentuna.
Tann ákærdi hevði ikki beinleiðis sagt við vinmannin, men sambært vinmanninum, so lá tað í luftini.
Fingur fatur í telefonini
Harumframt skuldi tann ákærdi hava sagt, at hann hevði fingið fatur á telefonini hjá deyðu gentuni og lisið hennara sms-boð eftir at hon var druknað.
Hesar upplýsingar vóru so mikið álvarsamar, at vitni avgjørdi at fara til løgregluna við teimum.
Álítandi kelda?
Karina Skou, verji, nýtti høvið at seta spurnartekin við, um vinmaðurin hjá vitninum var eitt álítandi vitni.
Hesum mótmælti Michael Boolsen, høvuðsákæri, og vísti til, at tað ikki var vanligt at reisa iva við trúvirðið hjá vitnum.
Peter Flugge, dómari, avgjørdi fyribils at steðgað fundinum, meðan hann og hinir báðir dómararnir fóru í einrúm at viðgera, um verjin kundi halda fram við spurningunum.
Eftir stuttan steðg upplýsti dómarin, at so leingi ivi ikki varð reistur við trúvirði hjá vitninum sum heild, men einans í ítøkiliga málinum, loyvdi hann spurningunum.
Plagar at finna upp á søgur
Spurningarnir snúði seg um, um vinmaðurin ikki plagdi at finna upp á søgur fyri at kanna hvørjar persónar hann kundi hava álit á, - og um júst hendan søgan ikki mundi vera slík søga.
Vitni ásannaði, at tað var nakað, sum vinmaðurin gjørdi, men at hann hendan dagin var í slíkari sinnisstøðu, at talan ikki var um slíka søgu.
Rættarmálið heldur fram í morgin.