- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður avbardur av fýra monnum
Tíðliga í gjáramorgunin fekk løgreglan boð um eitt harðskapsmál norðanfyri í landinum, har ein maður varð vorðin avbardur.
Í minsta lagi fýra mans høvdu hølvað ein mann av.
Maðurin hevur allarhelst brotið síðuna, umframt at hann fekk aðrar snuddir.
Hann fór til lækna til kanningar og skal til lækna eina ferð afturat fyri at skjalprógva snuddirnar hann fekk.
Møguliga tikið upp á video
Løgreglan veit ikki, hví harðskapsmenninir lupu á hendan eina mannin.
Løgreglan veit, hvørjir teir fýra harðskapsmenninir eru, og fyribils eru teir skuldsettir fyri harðskap. Møguliga tveir aðrir menn eisini vóru við í harðskapinum. Tað kannar løgreglan í løtuni.
Løgreglan sigur, at tað er ikki óhugsandi, at harðskapurin varð tikin upp á vide, og í hesum sambandi hevur løgreglan tikið fýra fartelefonir, sum skulu kannast.
Er harðskapurin tikin upp, eru tað skerpandi umstøður, serliga um videobrotið er sent øðrum.