Erla Kongsdóttir siglir á Kalsoyarleiðini

Erla Kongsdóttir siglir á Kalsoyarleiðini
Sam fer á beding, og tí fer Erla Kongsdóttir at sigla á Kalsoyarleiðini. Erla Kongsdóttir tekur ikki bilar
 
28.06.2021 - 08:30

Eingir bilar sleppa við, nú Erla Kongsdóttir fer at sigla á Kalsoyarleiðini. 

Strandfaraskip landins siga, at rampan í Syðradali loyvir tí ikki. 

Erla Kongsdóttir siglir eftir galdandi ferðaætlan, tó er pláss fyri eykatúrum og skulu hesir avgreiðast við manningina umborð. 

Ternan ger farmatúrar í Kalsoynna hvønn týsdag og hósdag.

Teir dagarnar siglir Erla Kongsdóttir av Havnini til Nólsoyar klokkan hálvgum eitt og úr Nólsoy klokkan eitt.

Eftir ætlan kemur Sam aftur í viku 28, í vikuni, sum byrjar 12.juli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155