Seks starvsfólk í Bank Nordik send til hús

Seks starvsfólk í Bank Nordik send til hús
Orsøkin er, at Spar Nord hevur endaliga yvirtikið alt virksemið í danska virkseminum hjá Bank Nordik, sum  bleiv selt 1. februar. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.06.2021 - 11:41

Bank Nordik hevur sagt seks fólkum úr starvi.

Tað váttar Árni Ellefsen, forstjóri í bankanum.

Orsøkin er, at Spar Nord hevur endaliga yvirtikið alt virksemið í danska virkseminum hjá Bank Nordik, sum  bleiv selt 1. februar. 

Størvini hjá teimum uppsøgdu var knýtt at bankavirkseminum í danska partinum hjá bankanum og eru teirra starvsuppgávur nú falnar burtur, sigur Árni Ellefsen. 

Tey seks starvsfólkini arbeiddu øll á høvuðsskrivstovuni í Havn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749