Norðoya Sparikassi er ikki longur SIFI-banki

Norðoya Sparikassi er ikki longur SIFI-banki
Fíggjareftirlitið hevur slept Norðoya Sparikassa úr haftinum sum SIFI-banki. Tað kunngerð Landsbankin.
 
25.06.2021 - 12:32

Fíggjareftirlitið hevur tilnevnt hvørjir bankar í Føroyum, Grønlandi og Danmark eru SIFI-bankar, og nevnivert er tað, at Norðoya Sparikassi ikki longur er á listanum. 

Ein SIFI peningastovnur verður mettur at hava so stóran týdning fyri samfelagið, at hann sleppur ikki at fara av knóranum.

Broytta støðan hjá Norðoya Sparikassa hendir eftir, at danska systemiska váðaráðið í mars mælti stjórnini til at broyta markvirðini fyri at áseta, hvør banki í Føroyum er ein SIFI-banki.

 

Skulu hava javna upp á 3 mia. kr. 

Tilmælið var at seta eitt markvirðið afturat einum verandi. Ein banki, sum hevur ein javna, ið er minni enn 3 mia. kr., verður ikki tilnevndur sum SIFI-banki.

Norðoya sparikassi hevur eisini biðið um at sleppa undan at vera SIFI-stovnur.

Upprunaliga, í 2013, var ætlanin, at bara bankarnir báðir í Føroyum vóru SIFI-stovnar. Men tá bað Norðoya sparikassi um eisini at gerast SIFI-stovnur.

Tað at Norðoya Sparikassi ikki er ein SIFI-banki longur merkir millum annað, at kravið um ein SIFI-buffara fellur burtur, at NEP-kravið verður sett øðrvísi umframt at onnur umsitingarlig krøv verða broytt.

BankNorik og Betri banki eru framvegis SIFI-bankar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050