- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslaður fyri knívstungu
Varðhaldsfongslaður fyri knívstungu
Viðkomandi er ein av monnum, sum politiið tók fyri harðskap seint í gjárkvøldið
24.06.2021 - 16:48
Ein maður er í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur, skuldsettur fyri at hava stungið ein mann í Havn í gjárkvøldið.
Viðkomandi er ein av teimum monnum, sum politiið tók fyri harðskap seint í gjárkvøldið.
Einki krav bleiv sett um at varðhaldsfongsla hinar báðar mennirnar.
Tað var klokkan 23.20 í gjárkvøldið, at politiið fekk boð um rok í einari íbúð í J.C. Svabosgøtu í Havn.
Var ikki í lívsvanda
Ein maður varð stungin við knívi, og annar harðskapur varð eisini framdur.
Tann, sum varð stungin, varð stungin eina ferð, og hann var ikki í lívsvanda, sigur Heri Andreassen, leiðari á Kanningardeildini hjá politinum.
Menninir eru í tretivunum og í fjørutinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV