- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingur í stýrið fyri Fíggjareftirlitið
Fíggjareftirlitið hevur fingið ein føroyskan stýrislim.
Tað er Martin Zachariasen, rektari á KT-universitetinum, sum er valdur í stýrið av danska vinnumálaráðharranum, Simon Kollerup.
Tað boðar Fíggjareftirlitið frá á heimasíðu síni.
Martin Zachariasen starvasy sum rektari á KT-Universitetinum í Danmark. Hann hevur meira enn 20 ára royndir við gransking og undirvísing á universitetsstigi og 10 ára leiðsluroyndir í universitetsheiminum.
Ein góður førleiki
Og hansara førleikar innan KT verður mettir sum ein styrki í nýggja starvinum.
- Vit fegnast um, at Martin Tvede Zachariasen kemur í stýrið hjá Fíggjareftirlitinum. Hann hevur innlit í dátugreiningar og netváðar. Hetta eru økir, sum fáa alsamt størri týdning hjá Fíggjareftirlitinum hava førleikar í. Tí er hann tað heilt rætta valið, sigur Nina Dietz Legind, stýrisforkvinna í Fíggjareftirlinum.
Martin Zachariasen er uppvaksin í Hoyvík og kandidatur, ph.d. og doktari í KT-tøkni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Harumframt hevur hann ein master í Public Governance frá CBS.
Martin Zachariasen tekur við nevndarsessinum 1. juli.