- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búnaðarstovan tekur ímóti ull í summar
Búnaðarstovan tekur ímóti ull í summar
Fyri fyrsta floks ull verða latnar 10 krónur fyri kilo
23.06.2021 - 15:36
Búnaðarstovan tekur ímóti ull í summar, frá hálvum juli.
Ullin verður góðskumett og avroknað eftir tí. Hon skal vera turr, rein og nosslig og í reinum posum.
Prísurin er hin sami sum í fjør:
- fyri fyrsta floks ull verða latnar 10 krónur kilo, íroknað MVG.
- fyri annað floks ull verður latin hálv onnur króna fyri kilo, íroknað MVG.
Í sambandi við ullarmóttøkuna søkir Búnaðarstovan eftir fólki at taka ímóti, skilja og pakka ullina.
Størvini eru tímalønt og tíðaravmarkað frá hálvum juli, til síðst í september.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV