- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sita aftur við samráðingarborðið
Sita aftur við samráðingarborðið
Klokkan 10 í morgun fóru pedagogarnir, Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið á fund við semingsmannin í Kaffihúsinum í Havn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/philbrow_jan_og_anita.jpg?itok=XBXTmeNY)
19.06.2021 - 10:21
Tað er Terji Sigurðsson, semingsmaður, ið hevur kallað partarnar á fund.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, verður við á fundinum. Hann sigur, at hann í gjár var á fundi fyrst við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og síðani við semingsmannin.
Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at tað verður ikki lagt nakað uppskot um semju fyri partarnar á fundinum nú klokkan 10, men at hann hevur kallað inn fyri at fáa partarnar at samskifta.
Ongin at pørtunum vil gera nærri viðmerkingar til fundin í dag, men vit frætta møguliga frá semingsmanninum í útvarpstíðindunum klokkan 18.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV