- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fakfeløg kunna um tiltøk um vikuskiftið
36 fakfeløg komu fyri løtu síðani við eini fráboðan.
Í skrivinum stendur millum annað, at tey 36 fakfeløgini samdust fyrrapartin í dag um at seta tiltøk í verk fyri at mótmæla tí grova álopi, sum landsstýrið ætlar at fremja móti rættinum til fakligt stríð, sum tey málbera seg.
Kunna um vikuskiftið
Nær og hvørji tiltøk verða sett í verk, verður kunnað um um vikuskiftið.
Fakfeløgini siga, at tey hava álit á, at arbeiðsgevarar og Pedagogfelagið finna eina loysn, um partarnir ikki verða álopnir av løgtinginum.
Tey skriva eisini, at sleppa arbeiðsgevararnir at brúka lív og heilsu sum almenna grundgeving fyri at taka verkfalsrættin frá fakfeløgunum, er spurningurin bara, hvat næsta grundgevingin verður.
Eiga at brúka galdandi reglur og siðvenjur
Fakfeløgini ásanna, at lív og heilsa ikki skal setast í vanda, men hetta eiga arbeiðsgevarar og fakfeløg at loysa eftir teimum reglum og siðvenjum, sum longu eru galdandi, og sum higartil hava
verið nøktandi.
At leggja í hendurnar á stjóranum á Almannaverkinum at gera av, nær lív og heilsa er í vanda, er ikki í lagi, siga tey 36 fakfeløgini í fráboðanini.