- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eriksen skurðviðgjørdur og útskrivaður
"Skurðviðgerðin gekk væl, og eg havi tað eftir umstøðunum gott."
Soleiðis sigur Christian Eriksen, so nú er útskrivaður av Ríkissjúkrahúsinum, eftir at hann fekk hjartasteðg í landsdystinum móti Finnlandi leygardagin.
Boðini hevur DBU kunngjørt á Twitter.
Danska fótbóltsstjørnan er skurðviðgjørdur, og hevur fingið ein framkomnan pacemakara, ein sonevndan ICD.
Eriksen hevur vitjað danska landsliðið í Helsingør í dag. Hann fer nú heim saman við familjuni.
"Takk fyri tær ótúrliga mongum heilsurnar. Tað hevur verið einastandandi at merkt. Tað var feitt at síggja dreingirnar eftir flotta dystin í gjárkvøldið. Eg fari at rópa á teir í dystinum móti Russlandi," sigur Christian Eriksen sambært DBU.
Enn er óvist, um Christian Eriksen verður at síggja á einum leikvølli aftur. Hann er í samskifti við felag sítt, Inter í Italia, men har eru reglarnar strangar í sambandi við hjartasteðg. Tú sleppur ikki at spæla yrkisfótbólt aftur.
Hinvegin, so spælir hollendski landsliðsleikarin, Daley Blind, ið umboðar Holland til EM, við einum ICD-pacemakara. Tað gevur vón.