KOKS millum bestu matstovur í Evropa

KOKS millum bestu matstovur í Evropa
KOKS er í løtuni nummar 39. Matstovan var nummar 124 í fjør
KOKS er høgt í metum millum ummælarar
 
15.06.2021 - 14:32

Bara 38 matstovur í Evropa eru betri enn KOKS.

Tað stendur í nýggjum yvirliti fyri matstovur í Evropa, AOD, ella Opinionated About Dining, sum yvirlitið eitur. Har er KOKS við Poul Andrias Ziska sum høvuðskokki, nummar 39 yvir bestu matstovurnar í Evropa.

Í fjør var KOKS nummar 124 í sama yvirliti.

6.000 ummælarar

OAD-yvirlitið er bygt á 200.000 ummæli frá 6000 ymiskum ummælarum, sum hava skrásett seg sum ummælarar. 

OAD byrjaði í 2007, og hetta er triðja árið á rað, at KOKS er á hesum yvirliti. Og fyri fyrstu ferð  verður ein onnur føroysk matstova enn KOKS nevnd, tí aftrat sjálvum yvirlitinum nevnir OAD eisini matstovur, sum tey viðmæla, men sum ikki sleppa upp í part í endaliga yvirlitið. Har er BARBARA við Teiti Christensen í køkinum nevnd.

Nummar eitt á listanum hjá OAD er danska matstovan Alchemist, sum eins og KOKS hevur tvær Michelin-stjørnur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944