- Tíðindi, mentan og ítróttur
Guðmundur gevst á Ítróttaháskúlanum
Guðmundur gevst á Ítróttaháskúlanum
Lýst verður eftir nýggjum leiðara eftir summarfrítíðina
15.06.2021 - 14:38
Ítróttaháskúlin í Suðuroy skal hava nýggjan leiðara.
Guðmundur Joensen hevur verið leiðari seinastu fimm árini, men nú fer hann at royna nýggjar leiðir.
- Guðmundur Joensen hevur verið ímyndin av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, og vit eru ómetaliga takksom fyri tað stóra arbeiðið, sum Guðmundur hevur lagt í at byggja upp hetta einastandandi skúlatilboðið, sum eisini er eitt stórt aktiv fyri nærumhvørvið, sigur Dennis Holm, stýrisformaður fyri Ítróttaháskúlan í Suðuroy.
Stýrið fyrireikar nú lýsingina eftir nýggjum leiðara, og lýst verður eftir summarfrítíðina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV