Stóra rúsevnismálið tikið uppaftur

Stóra rúsevnismálið tikið uppaftur
Viðgerðin heldur fram í rættinum í morgin, og næsta vika er eisini sett av til málið
Tveir danir og ein føroyingur eru ákærdir í málinum, sum nú heldur fram í nevningatinginum
 
09.06.2021 - 10:12

Nevningatingið um eitt stórt rúsevnismál heldur fram í Føroya rætti í morgin.

Málið varð útsett hálvan november í fjør fyri sjúku.

Næsta vika er eisini sett av til málið.

Tríggir menn, tveir danir og ein føroyingur, eru ákærdir í málinum.

Sambært ákæruni er talan um eitt kilo av amfetamini og 12,7 kilo av hashi.

Tveir nokta seg sekar. Tann triði játtar at hava roynt at smugla amfetaminið til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417