- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki samskifti um Føroyingahavnina
Framtíðin hjá Føroyingahavnini í Grønlandi er framvegis óviss.
Lítið og onki samskifti hevur verið millum landsstýrið og grønlendingar um, hvat skal gerast við leivdirnar í Føroyingahavnini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Tey, sum starvast í ferðavinnuni í Grønlandi, mæla nú til at varðveita bygningarnar, tí teir kunnu draga ferðafólk til sín, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at sær dámar væl hugskotið um at varðveita bygningarnar, men einki samskifti hevur verið við grønlendskar myndugleikar um málið.
23-40 mió. at rudda Føroyingahavnina
Grønlendingar hava fleiri ferðir heitt á føroyingar um at rudda økið í Føroyingahavnini.
Landsverk og Tjóðsavnið gjørdu í 2018 eitt tilmæli um uppruddingararbeiðið.
Niðurstøðan í frágreiðingini var, at rættast er at taka allar bygningarnar niður og beina teir burtur. Kostnaðurin varð í 2018 mettur at vera millum 23 og 40 milliónir kr.
Í Sermitsiaq mæla grønlendsku ferðavinnufyritøkurnar til, at í staðin fyri at taka bygningar niður, so skulu teir tryggjast, so tað verður lættari og tryggari at vera í økinum. Og samstundis ber til at varðveita plássið, sum hevur eina drúgva søgu.
Í 2018 varð mett, at tað fer kosta millum 23 og 40 milliónir kr. at taka bygningarnar í Føroyingahavnini niður.