- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sáttmálatrætan verður neyvan loyst í bræði
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2021-06-01-11h52m56s133.png?itok=9zDt0P_M)
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum sigur í stuttari viðmerking í morgun, at tað er avbera friðarligt og ongar samráðingar eru fyri framman.
Umleið 100 námsfrøðingar, sum starvast í skúlum, forskúlum og í skúlanum á Trøðni, fóru í verkfall í 24 tímar, kl. 7 í morgun.
Men Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava boðað frá, at tey sum eru í verkfalli, sleppa ikki aftur til arbeiðis fyrr enn nýggjur sáttmáli er gjørdur millum Pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Tí arbeiðsgevararnir hava lýst verkbann og tað verður galdandi so leingi, nýggjur sáttmáli ikki er gjørdur.
Jógvan Philbrow sigur, at tey ikki hava tikið støðu til um verkfallið verður víðkað, men at tey umrøða støðuna.