- Tíðindi, mentan og ítróttur
Niðurstøðan kemur í fyrsta lagi um eina viku
Niðurstøðan kemur í fyrsta lagi um eina viku
Enn er ikki greitt, hví eldur kom í ein lastbil inni í Sandoyartunlinum hósdagin um middagsleitið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
05.06.2021 - 16:27
Tað gongur helst meira enn ein vika, áðrenn greiða fæst á, hví eldur kom í lastbilin umleið ein kilometur inni í tunlinum Streymoyarmegin.
Akstovan skal nú gera sínar kanningar, og síðani verður løgreglan kunnað, áðrenn komið verður til eina endaliga niðurstøðu, sigur vaktleiðarin á Politistøðini í Havn.
13 fólk vóru inni í Sandoyartunlinum tá eldur kom í lastbilin Streymoyarmegin hósdagin. Øll fólkini vóru fingin út í øllum góðum.
Tað var aðru ferð eftir bara 20 døgum, at eldur var inni í Sandoyartunlinum. Fríggjadagin 14. mai kom eldur í ein ljósmotor umleið tveir kilometrar inni í tunlinum Sandoyarmegin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV