- Tíðindi, mentan og ítróttur
Manning á fiskiskipi skal nú hava nú setanarbræv
Manning á fiskiskipi skal nú hava nú setanarbræv
Í starvsavtaluni skal standa millum annað, hvør hýran er, hvør uppsagnarfreistin er, og annars hvørji rættindi, sjófólkið hevur
04.06.2021 - 08:36
Tey, sum eru við fiskiskipum, skulu nú fáa setanarbræv.
Kunngerð er komin um skylduna hjá reiðarum at gera skrivliga avtalu við fólk, sum eru við fiskiskipum, um setanartreytir.
Í starvsavtaluni skal standa millum annað, hvør hýran er, hvør uppsagnarfreistin er, og annars hvørji rættindi, sjófólkið hevur.
Tá fólk verða koyrd í land, skal tað gerast skrivliga og orsøkin til uppsøgnina skal verða upplýst.
Um tað er til bága fyri sjófólkið, kann ikki víkjast frá kunngerðini við serstakari avtalu, ella við kollektivum sáttmála.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV