Útsøgnin hjá Jenisi hevur ikki ávirkað koppseting

Útsøgnin hjá Jenisi hevur ikki ávirkað koppseting
Løgmaður hevur svarað Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni, sum spurdi um málið
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at tað er ein ósiður at úttala seg alment um málsøki hjá øðrum landsstýrisfólkum
 
02.06.2021 - 14:41

Hóast tað ikki ber til at gera eina endaliga niðurstøðu um útsagnirnar um koppseting hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, so bendir okkurt á, at tað ikki hevur havt stórvegis ávirkan. 

Tað svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður,  Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni, sum hevur spurt um málið.

Sjúkrahúsverkið hevur fylgt við, hvussu nógv fólk hava bílagt sær tíð til at lata seg koppseta, síðani bíleggingarskipanin lat uppaftur herfyri.

Eingin broyting

- Eingin broyting er at síggja, og ongar tíðir eru tøkar í løtuni. Sjúkrahúsverkið hevur eisini verið í samband við tey, ið koppseta, fyri at fregnast, um fleiri fólk avlýsa sína tíð ella als ikki møta upp. Heldur ikki her er nøkur broyting, sigur Bárður á Steig Nielsen í svarinum.

Løgmaður heldur, at tað er ein ósiður at úttala seg alment um málsøki hjá øðrum landsstýrisfólkum.

- Tað er heldur ikki skilagott, at landsstýrisfólk fara alment út við síni persónligu áskoðan, tá ið hetta gongur ímóti stevinum hjá landsstýrinum. Slíkar útsagnir órógva tað politiska samstarvið og máa trúvirðið undan arbeiðnum hjá landsstýrinum, sigur Bárður á Steig Nielsen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805