- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sangarar í ólavsøkukórinum skulu skrásetast
Sangarar í ólavsøkukórinum skulu skrásetast
Bernharður Wilkinson stjórnar ólavsøkukórinum í ár
02.06.2021 - 11:47
Kórsambandið hevur fyribils sett fýra venjingar á skránna til ólavsøkukórið, sum syngur undir tinghúsinum eftir gudstænastuna ólavsøkudag.
Fyrsta venjing verður 14. juli, og síðani verður vant 18., 21. og 25. juli, og kanska verður eykavenjing 26. og 27. juli
Bernharður Wilkinson stjórnar ólavsøkukórinum í ár.
Øll, sum ætla at syngja í kórinum, skulu skrásetast, og útisetar skulu halda reglurnar um negativa koronuroynd fjórða dagin, áðrenn tey kunnu vera við í venjingunum, skrivar Kórsambandið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV