- Tíðindi, mentan og ítróttur
Steypakappingin: Draga lut um hálvfinalurnar í 3-2
Steypakappingin: Draga lut um hálvfinalurnar í 3-2
Í 3-2 í kvøld verður greitt hvussu spælast skal í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið
31.05.2021 - 13:45
Um vikuskiftið spældu NSÍ, B36 og Víkingur seg í hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.
Fjórða liðið skal finnast í dystinum millum B71 og HB, sum ikki verður spældur fyrrenn 9. juni.
Men í kvøld verður greitt, hvør skal møta hvørjum í hálvfinalunum, sum verða spældar 18. august og 2. oktober.
Drigið verður lut í ítróttarsendingini, 3-2, í sjónvarpinum, sum byrjar kl. 19.25 í kvøld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV