Dýrt at flyta bingjur millum Asia og Europa

Dýrt at flyta bingjur millum Asia og Europa
Fyri fyrstu ferð í søguni kostar tað meir enn 10.000 dollarar at senda eina 40 fót bingju úr Shanghai í Kina til Rotterdam í Hollandi
 
30.05.2021 - 16:31

Ongantíð fyrr, hevur tað kostað so nógv at flyta vørur úr Asia til Europa og USA, sum nú.

Fyri fyrstu ferð í søguni kostar tað meir enn 10.000 dollarar at senda eina 40 fót bingju úr Shanghai í Kina til Rotterdam í Hollandi. Tær báðar havnirnar eru tær størstu á sínum øki í heiminum, og flutningurin til og frá havnunum er vaksin við 485 prosentum seinasta árið, upplýsir Drewry, sambært NTB.

Tá koronakreppan byrjaði fyri einum góðum ári síðani, kom stígur í handilin kring heimin, men ferð kom á aftur, tá tørvurin á elektroniskari útgerð, ítróttarklæðum og verjuútgerð úr Kina vaks nógv. Av og á hevur nærmast verið ómøguligt at fáa hendur á eina bingju í Asia. Og útlit eru fyri uppaftur størri vøkstri, tá heimurin fer at lata upp aftur eftir koronakreppuna.

Mærsk er heimsins størsta felag, tá talan er um flutning av bingjum, og í vikuni boðaði felagið sínum viðskiftafólkum frá, at tað kann taka tvær vikur longri at fáa bingjur upp á pláss, tí bíðitíðin við havnirnar er so long. Í summum førum kann talan eisini gerast um seinkingar í tríggjar vikur, boðaði felagið frá.

Virðið á partabrøvunum í Mærsk er eisini hækkað nógv, í vikuni var virðið 17.580 kr. Tá koronakreppan byrjaði í fjør, fall kursurin niður í 5.000 kr.

Áhugin fyri at byggja stór bingjuskip veksur eisini. Í mars vóru 45 nýggj skip bíløgd, sum kunnu flyta 25.000 bingjur. Haraftrat vórðu 27 minni bingjuskip bíløgd. Nýggju skipini fara at økja um bingjuflutningin við 866.000 bingjum um mánaðin, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Morgunlestur hósdagur 6.februar 2025
186663
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155