90 fólk bíða eftir ergoterapi og fysioterapi

90 fólk bíða eftir ergoterapi og fysioterapi
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni
Sjúkrahúsverkið er sjálvt í ferð við at menna endurvenjingina, so endurvenjingin verður styrkt á øllum trimum sjúkrahúsunum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen
 
26.05.2021 - 09:47

90 fólk bíða í løtuni eftir ergoterapiviðgerð og fysioterapiviðgerð á Landssjúkrahúsinum.

Størsta talið eru fólk, sum hava lungnasjúku.

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru 40 fólk á visitatiónslistanum, sum ikki er ein veruligur bíðilisti, tí onkur sjúklingur skal ikki í viðgerð fyrr enn um tríggjar mánaðir.  Á Suðuroyar sjúkrahúsi eru 50 fólk á bíðilista.

Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann.

Johan Dahl spurdi, hvussu nógv fólk bíða eftir rehalibitering. Hann spurdi eisini, um øll rehabilitering í Føroyum verður skipað í ein depil.

Tað er ikki ætlanin, svarar landsstýrismaðurin.

Sjúkrahúsverkið er sjálvt í ferð við at menna endurvenjingina, so endurvenjingin, ella rehalibiteringin, verður styrkt á øllum trimum sjúkrahúsunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791