- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggjar umsóknir til stjórastarvið í Gigni
Tríggjar umsóknir vóru komnar til starvið sum fakligur stjóri í Gigni, tá ið freistin var úti á middegi fríggjadagin.
Talan er um skikkaðar umsóknir, og nú verður farið undir setanartilgongdina, sigur Egil á Bø, stjóri á Heilsutrygd.
Talan var um eina endurlýsing, tí eingin umsókn var til starvið fyrru ferðina, tað varð lýst.
Starvið sum fakligur stjóri hevur verið miðdepilin í einari ósemju millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.
Noktaði limunum at søkja
Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum noktaði tá limum sínum at søkja. Felagið segði, at stjórastarvið var ikki lýst sambært sáttmálanum, sum felagið hevur við Fíggjarmálaráðið.
Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum fór í Fasta gerðarrætt og fekk viðhald í, at talan var um óheimilað stríðsstig.
Fakfelagið hevur eisini kært nýggju starvslýsingina til Fasta gerðarrættin, tí tað metir, at tað er brot á sáttmálan, at lýst verður eftir fakligum stjóra til Gigni, sum verður settur í lønarflokk sum leiðari 5.
Kæran onga ávirkan
Sambært Egili á Bø hevur nýggja kæran onga ávirkan á setanartilgongdina, men um Fasti gerðarættur gevur sjúkrarøktarfrøðingum viðhald í, at fakliga stjórastarvið skal flytast í annan lønarflokk, fer Heilsutrygd at eftirlíka tí
Eingin tíðarfreist er sett fyri, nær fakligi stjórin skal byrja, men miðað verður eftir, at nýggi stjórin verður við til at seta nýggja varaleiðaran í Gigni. Tað starvið er eisini lýst leyst, og freistin at søkja er 11. juni.
Egil á Bø, stjóri í Heilstrygd, sigur, at allar tríggjar umsóknirnar til stjórastarvið í Gigni eru skikkaðar.