- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka støðu til semingsuppskot í dag
Klokkan eitt í dag skulu Pedagogfelagið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið svara, um tey taka av semingsuppskotinum hjá Semingsstovninum.
Semingsuppskotið varð lagt fram klokkan átta í gjárkvøldið.
Sáttmálin, sum nú skal gerast, kemur í staðin fyri tann, sum var til 1. oktober í fjør.
Samráðingarnar byrjaðu aftur 4. mai.
Eingin samráðingarfundur hevði tá verið síðani í november.
Semingsstovnurin boðsendur
Men minni enn eina viku seinni, 10. mai, slitnaðu samráðingarnar, og Semingsstovnurin varð boðsendur.
Samráðingarnar, sum blivu til eitt semingsuppskot í gjárkvøldið, byrjaðu týsdagin.
Góðtaka báðir partar semingsuppskotið, verður nýggjur sáttmáli undirskrivaður.
Siga annar ella báðir partar nei, fer semingsmaðurin at tosa við partarnar, um samráðingarnar skulu halda fram ella enda.
Semingsstovnurin ger av, um samráðingarnar skulu enda í dag.