Pedagogfelagið vrakar semingsuppskotið

Pedagogfelagið vrakar semingsuppskotið
Pedagogfelagið hevur vrakað semingsuppskotið, sum semingsstovnurin hevði lagt fyri partarnar
 
21.05.2021 - 16:34

Pedagogfelagið hevur vrakað semingsuppskotið, sum semingsstovnurin hevði lagt fyri partarnar. 

- Orsøkin er, at uppskotið ikki vísir ein vilja at loysa stóru avbjóðingarnar við starvsfólkatroti á námsfrøðiliga økinum.Sjálvt Búskaparráðið hevur víst á, at stóra starvsfólkatrotið innan námsfrøðina gerst alsamt verri. Hetta má ein sáttmáli tí taka hædd fyri, sigur felagið m.a. í tíðindaskrivi.

 

Einki verkfall

 

Pedagogfelagið hevur valt ikki at fara í verkfall fyribils. 

- Vit heita tí á Semingsstovnin, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um at endurumhugsa sína støðu, og ikki bert at hugsa um dagsins Excel ark. Lat okkum seta okkum saman at gera eina avtalu, ið roynir at loysa veruligu avbjóðingarnar.

Sáttmálin hjá okkum fór úr gildi 1. oktober í fjør. Tí er støðan sjálvandi ikki haldbar. Vit velja tó ikki nøkur stríðsstig enn, tí vit enn hava eina vón um, at arbeiðsgevararnir eisini skilja, at ein trupulleiki bert veksur, um hann verður útsettur til næstu ferð.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050