- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Harðskapur og koppseting fyri koronu
Breddin: Harðskapur og koppseting fyri koronu
Tvey evni eru í Breddanum í dag
20.05.2021 - 11:27
Nýggj kanning um harðskap og kynsligan ágang varð løgd fram í dag.
Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at vit hava tøl á økinum, og úrslitið er lítið hugaligt. Eitt nú hava 23 prosent av føroyingum verið fyri kynsligum harðskapi.
Korona og koppseting
Er álitið á koppingarevninum fyri covid-19 og koppingarætlanin nú komin í vanda, nú landsstýrismaðurin og læknin, Jenis av Rana, alment sigur, at hann vil bíða við at koppseta seg, til langtíðarárinini er greið?
Vit tosa millum annað við ein lækna, um hvørji langtíðarárin koppsetingar kunnu hava við sær.
Breddin í útvarpinum klokkan 17.05.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV