- Tíðindi, mentan og ítróttur
1,6 milliardir skulu hjálpa donsku ferðavinnuni
1,6 milliardir skulu hjálpa donsku ferðavinnuni
Breið semja er í Fólkatinginum um nýggjan hjálparpakka
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/folkatingid_4.jpg?itok=GvgCPmQW)
Fólkatingið fer at samtykkja nýggjar hjálparpakkar fyri eina milliard og 650 milliónir kr., sum fyrst og fremst koma ferðavinnuni til góðar
19.05.2021 - 09:33
Danska stjórnin og ein stórur partur av Fólkatinginum hava í nátt gjørt semju um ein nýggjan hjálparpakka, sum serliga kemur ferðavinnuni til góðar.
1 milliard og 650 milliónir krónur skulu hjálpa ferðavinnuni og mentanarlívinum at koma í gongd aftur.
Samstundis fara aðrir hjálparpakkar úr gildi 1. juli. Í staðin koma nýggju skipanirnar, sum serliga skulu hjálpa fyritøkum, sum eru í trupulleikum, skrivar DR.
Millum annað verður bíligari at ferðast innanríkis í Danmark í summar, og pengarnir skulu eisini nýtast til at fáa ferðavinnuna skjótt í gongd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV