Krevur 17 milliónir frá næstan tómum trotabúgvi

Krevur 17 milliónir frá næstan tómum trotabúgvi
Samherji hevur sent trotabúnum smápartafelagnum Tindhólmi eitt krav, sum er 16 milliónir og 943.000 krónur
Samherji hevur rindað Taks slakar 17 milliónir, sum samtakið nú krevur frá trotabúnum Tindhólmi.
 
09.05.2021 - 09:19

Samherji hevur sent trotabúnum smápartafelagnum Tindhólmi eitt krav, sum er 16 milliónir og 943.000 krónur.

Hetta eru pengarnir, sum Samherji hevur flutt Taks, tí fiskimenn hjá íslendska samtakinum fingu hýrurnar gjøgnum FAS, føroysku altjóða skipaskrásetingina, sum ikki er fyri fiskimenn, men bara fyri sjómenn. 

Tí er skattaafturberingin umvegis FAS bara galdandi fyri reiðarí, sum rinda sjómonnum, ikki fiskimonnum, hýru.

Men trotabúgvið er ikki ført fyri at gjalda so nógvar pengar, verri enn so.

Búgvið eigur í løtuni góða millión, og fleiri krøv enn kravið frá Samherja eru.

Flytingar í lagi

Ikki er orsøk at ógilda nógvu flytingar frá Tindhólmi til atknýtt feløg, varð upplýst á skiftafundi fríggjadagin.

Næsti fundur í Skiftirættinum um Tindhólm er ikki fyrr enn 20.august, tí bíðað verður eftir, at løgreglan er liðug at kanna Samherja. Taks hevur meldað Samherja.

Tey bæði smápartafeløgini, Tindhólmur og Harengus, vera viðgjørd í Skiftirættinum.

Feløgini fóru fyrst í sjálvbodna likvitasjón, men tey høvdu ikki nóg nógvar pengar til allar kreditorarnar, so feløgini vórðu koyrd konkurs, tí tey vóru insolvent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050