Vilja hava ferðslutiltøk sett í verk beinan vegin

Vilja hava ferðslutiltøk sett í verk beinan vegin
Borgarstjórar fegnast um nýggju tunlarnar norður Fjall, men gomlu tunlarnir eru framvegis ein avbjóðing
Henda myndin, m.a. av teimum trimum borgarstjórunum, varð tikin 8. februar, tá vegarbeiðið til nýggju tunlarnar byrjaði
 
06.05.2021 - 14:41

Borgarstjórarnir í Klaksvíkar-, Hvannasunds- og Viðareiðis kommunum vilja hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann, og Landsverk at seta ferðslutiltøk í verk í báðum tunlum norður um Fjall beinan vegin.

Karl Johansen, Katrin Næs og Marita Sumberg siga seg fegnast um, at nýggir tunlar verða gjørdir norður um Fjall, men samstundis er greitt, at allar íløgurnar skapa stórt virksemi.

Eitt nú er osin av ferðsluni stundum so tjúkkur, at sýnið er sera vánaligt í tunlunum, samstundis sum avbjóðingin av mótgandandi ferðslu og smáum víkiplássum veksur.

- Uppgávan er ikki løtt, men hon er neyðug

Karl Johansen, Katrin Næs og Marita Sumberg

 

Haraftrat kann væntast, at talið á ferðafólki fer at vaksa munandi í summar, og tá verður støðan uppaftur ótryggari, siga teir tríggir borgarstjórarnir.

Tí vilja teir hava landsstýrismannin í samferðslumálum og Landsverk at seta ferðslutiltøk í verk í báðum tunlum norður um Fjall.

- Uppgávan er ikki løtt, men hon er neyðug, tí sum myndugleikar hava vit skyldu veita borgarunum tryggleika, siga Karl Johansen, Katrin Næss og Marita Sumberg, borgarstjórar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944