- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havila og Sæborg teknaðu nýggja partapeningin
Havila og Sæborg teknaðu nýggja partapeningin
29,7 milliónir kr. í nýggjum partapeningi eru settar í Skansa Offshore
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/screen_shot_2018-10-27_at_5.18.17_pm.png?itok=fnfQbk1X)
Skansi Offshore brúkti allan partapeningin at gjalda skuld, men nú er nýggjur partapeningur teknaður
04.05.2021 - 08:44
Norska felagið Havila Holding og smápartafelagið Sæborg teknaðu nýggja partapeningin í Skansa Offshore. Bæði feløgini vóru millum stóru partaeigarar frammanundan.
Havila setti 8,7 milliónir krónur í Skansa Offshore og Sæborg góðar 21 milliónir krónur. Avgerðin um nýggjan partapening varð tikin á eykaaðalfundi 20. apríl.
Tríggir menn vóru á fundinum, Tummas Osmundarson Justinussen, nevndarformaður, sum hevði fulltrú til at umboða Havila Holding, Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, og Niels Winther Poulsen, advokatur.
Skansi Offshore brúkti allan partapeningin, sum var í felagnum, 86,3 milliónir krónur, til at gjalda skuld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV