2.000 útlendingar hava arbeiðsloyvi í Føroyum

2.000 útlendingar hava arbeiðsloyvi í Føroyum
Talið var tað sama í fjør sum í fyrraárið
Nógv virksemið í landinum hevði við sær, at nógvir útlendingar fingu uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum, men nú er vøksturin steðgaður
 
04.05.2021 - 12:02

Talið á uppihalds- og arbeiðsloyvum til útlendingar í Føroyum var tað sama í 2020 sum í 2019, umleið 2.000.

Fyrstu 14 árini í hesi øldini høvdu 400-700 útlendingar uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum.

Men við tí stóra vøkstrinum í virkseminum í Føroyum, fór talið at vaksa av álvara eftir 2014, og serliga stórur var vøksturin frá 2016 til 2019.

Til dømis var talið á arbeiðs- og uppihaldsloyvum 422 í 2013, og fór upp um 2.000 í 2019. Men síðani er vøksturin steðgaður, tí í 2020 var talið tað sama.

Talið á brotum á útlendingalógina minkaði til 2017. Tá fór tað at vaksa nógv, úr 13 í 2017 upp í 72 í 2019. Í fjør var talið 92.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155