Útisetar og útlendingar í Føroyum verða koppsettir

Útisetar og útlendingar í Føroyum verða koppsettir
Kunngerðin um koppseting verður broytt í næstum
Í broyttu kunngerðini verður kravt, at bæði útisetar og útlendingar skulu vera í Føroyum í eitt ávíst tíðarskeið, væntandi 30 dagar, skulu teir koppsetast her
 
03.05.2021 - 08:43

Skjótt fer at bera til hjá útisetum, sum eru í Føroyum, og hjá útlendingum, sum eru leingi í Føroyum, at fáa ókeypis koppseting  fyri koronu í Føroyum. 

Heilsumálaráðið mælir til, at útisetar, sum verða koppsettir í Føroyum, fáa bæði prikini her, so tryggjast kann, at teir fáa sama koppingarevni báðu ferðirnar.

Kunngerðin um koppseting verður broytt í næstum. Tá fæst at vita, hvussu útisetar og útlendingar skulu bera seg at.

1.039 føroyingar lesa uttanlands

Í løtuni lesa 1.039 føroyingar uttanlands, 882 í Danmark og 157 aðrastaðni.

Í broyttu kunngerðini fer at verða kravt, at bæði útisetar og útlendingar skulu vera í Føroyum í eitt ávíst tíðarskeið, væntandi 30 dagar, skulu teir koppsetast her. 

Við hesum kravi verður forðað fyri, at víðkaða kunngerðin letur upp fyri koppsetingarturismu, sum er, at fólk bara koma til Føroya við tí endamáli at fáa eina skjóta, ókeypis koppseting, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV