- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um dagpengar kom ikki úr nevnd

- Eg valdi at lata málið liggja.
Tað sigur Uni Rasmussen, formaður í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum, um annað tingmálið, sum ikki kom aftur úr nevnd, áðrenn tingið fór til hús hosdagin.
Talan er um uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, um at arbeiðsgevarar skulu gjalda dagpengar fyri triðja og fjórða sjúkradag.
Við hesum ætlaði landsstýrið at spara fimm milliónir krónur um árið.
Sum er gjalda arbeiðsgevarar fyrsta og annan sjúkradag. Síðani tekur tað almenna við.
Eingin áhugi
Trivnaðarnevndin viðgjørdi uppskotið á tveimum fundum í oktober og november í fjør. Tá vóru hoyringar.
Málið var eisini á skránni fyri tveir aðrar fundir, tann seinni var 11.desember. Men nevndin viðgjørdi ikki málið tá.
Uni Rasmussen sigur, at eingin áhugi var fyri at fremja málið.
Heldur ikki úr landsstýrinum kom nøkur áheitan um at fáa uppskotið í tingsalin aftur við einum áliti frá Trivnaðarnevndini.
Uni Rasmussen sigur, at tey tímdu rætt og slætt ikki at gera meira við málið.