Skuldsettur fyri drápshóttanir

Skuldsettur fyri drápshóttanir
Hendingin fór fram í Havn seinnapartin í gjár
 
02.05.2021 - 10:07

Løgreglan ger í løtuni kanningar í einum máli, har ein maður skal hava hótt ein annan mann eftir lívinum.

Tað upplýsir vaktleiðarin í politistøðini fyri Útvarpinum.

Hendingin fór fram í Havn seinnapartin í gjár heima hjá tí eina manninum. 

Tað er avmarkað hvat vaktleiðarin kann siga um málið, tí kanningarnar og avhoyringarnar í málinum eru ikki lidnar. 

Greitt er tó, at maðurin, sum hótti hin eftir lívinum, verður skuldsettur fyri "trusler på livet" seinni í dag, sigur vaktleiðarin á Politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049