- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hittir partarnar í vikuni
Hittir partarnar í vikuni
Samráðingarnar millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna slitnaðu fyrr í vikuni
02.05.2021 - 13:30
Miðjað verður eftir, at hava fund aftur millum handverkarafeløgini og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í vikuni.
Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Samráðingarnar millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna slitnaðu fyrr í vikuni og semingsstovnurin varð boðsendur mikudagin.
Terje Sigurðsson upplýsir, at Semingsstovnurin hevur nú fingið alt tilfarið og kunning um samráðingarnar higartil, og teir næstu dagarnir verða brúktir at fara gjøgnum tað.
Síðan verða partarnir boðsendir at koma á fund við Semingsstovnin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV