Eftirlýsa vitni

Eftirlýsa vitni
Løgreglan vil frætta frá fólki, sum vita okkurt, ið kann hava samband við, at kúlan av einum hvali varð hongd upp í húkin í Klaksvík
 
30.04.2021 - 12:11

Enn hevur løgreglan ikki frætt frá vitnum, sum kunnu hava sæð ella hoyrt nakað, ið kann hava týdning fyri málið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Løgfrøðiliga er talan um eitt herverksmál, og tað kostar eisini at rudda upp aftaná eitt sovorðið mál sum tað í Klaksvík náttina til hósdagin.

 Tað er eisini ein ringur boðskapur at senda, tá nú øll onnur viðurskifti, ið annars hava við grindadrápið at gera, eru í lagi, sigur vaktleiðarin.

Tað var eftir eina lítla grind, sum legði beinini í Hvannasundi mikudagin, at kúlan á einum hvali varð hongd upp í húkin í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049