- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið framvegis størst í Suðuroy
Arbeiðsloysið framvegis størst í Suðuroy
Tað eru fleiri fulltíðararbeiðsleys sunnast í Føroyum enn norðast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/trongisvagur_a_i_vidarlundini.jpg?itok=GSs6fykb)
30.04.2021 - 15:59
Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis størst í Suðuroy, har arbeiðsloysið í februar var 2,6 prosent, sum er nakað meira enn aðrastaðni í landinum.
Í februar var samlaða fulltíðararbeiðsloysið í Føroyum 1,6 prosent, ið svarar til 470 fólk, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.
Næststørsta arbeiðsloysið var í Norðurstreymoy, har tað vóru 2,0 prosent arbeiðsleys. Hinvegin var minsta arbeiðsloysið Norðuroyggjum, har tað vóru 1,0 prosent fulltíðararbeiðsleys.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV