Breddin: Atlantsflog, bústaðarskylda og flutningur

Breddin: Atlantsflog, bústaðarskylda og flutningur
Trý evni eru í Breddanum í dag
Jógvan Kruse er borgarstjóri í Sunda kommunu, sum heldur, at neyðugt er við bústaðarskyldu. Borgarstjórin verður í útvarpsstovuni
 
28.04.2021 - 15:07

Blóðreyð tøl settu dám á roknskapin hjá Atlantic Airways eftir eitt tungt ár, sum er merkt av koronafarsóttini.

Vit tosa við nevndarformannin, Niels Mortensen, um framtíðarútlitini hjá tjóðarflogfelagnum

Neyðugt er við bústaðarskyldu og/ella tænastugjøldum, um forðast skal fyri, at heilar bygdir enda sum summarhúsøkir. Tað sigur Sunda kommuna, sum heitir á Kommunufelagið at virka fyri slíkari loysn.

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, kemur í útvarpsstovuna.

Skulu kommunurnar taka eina størri ábyrgd av at flyta sínar borgarar sjóvegis?

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, kjakast í útvarpsstovuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155